Stuðlstiltak KÃF .pdf
File information
Original filename: Stuðlstiltak KÃF.pdf
Author: Joan Karl Joensen
This PDF 1.5 document has been generated by Microsoft® Word 2010, and has been sent on pdf-archive.com on 20/05/2016 at 16:30, from IP address 88.85.x.x.
The current document download page has been viewed 220 times.
File size: 151 KB (2 pages).
Privacy: public file
Share on social networks
Link to this file download page
Document preview
Stuðlstiltak til frama fyri kappróðurin hjá KÍF
Leygardagin 28. mai kl. 14.00 í kappróðrarneystinum
Leygardagin 28. mai fara gentu- og dreingjamanningin á Kolli at rógva stuðulsrógving til frama fyri
kappróðurin hjá KÍF. Eisini verður skipað fyri einum tiltakið í kappróðrarneystinum, sum hevur til
endamáls at savna øll kappróðraráhugaði til eina hugnaliga og stuttliga løtu. Fleiri bátar verða á
fjørðinum og møguleiki verður at síggja nakrar av teimum legendarisku manningunum, sum hava
róð fyri KÍF upp gjøgnum árini.
Tiltakið byrjar kl. 14.00 við hesum á skránni:
Øgiliga manningin, sum vann FM-heitið við Kollfirðingi í 1979, tekur nøkur tøk við
Kollfirðingi
Kempurnar, sum vunnu FM-heitið við Kolli síðst í 80-unum, manna Kollfirðing og taka
nøkur tøk ímóti dreingjamanningini á Kolli. Legendurnar, sum vunnu FM-heitið við Kolli
1995, bjóða eisini av í Bismark.
Falkurin og Greivin (gomul 6-mannafør) og dreingjamanningin á Kolli rógva kapp (ca. 3400 m). Bismark og Kollfirðingur verða helst eisini við
Kvinnurnar sum róðu í ljósareyðum draktum við Kolli síðst í 80-unum, manna Kollfirðing
og taka nøkur tøk ímóti gentumanningini umborð á Kolli.
Kaffi, Køkur og bollar verður at fáa í neystinum
Møguleiki verður at stuðla gentu- og dreingjamanningini við teirra stuðulsrógving, har
manningarnar, eftir tiltakið, fara at rógva ein tíma í part.
Nógv arbeiði stendur fyri framman um kappróðurin í Kollafirði skal byggjast upp til at blíva ein
sterkur partur av KÍF. Neystið treingir til átrokandi ábøtur, somuleiðis sum arbeiði má leggjast í at
fáa venjingarhølið og vesiviðurskiftini uppá pláss í kappróðrarneystinum. Allur stuðul er tí kærkomin
KÍF takkar fyri stuðulin!
VEND
Stuðulsrógving til frama fyri kappróðurin hjá KÍF
Hvat er stuðilsrógving?
Gentu- og dreingjamanningin á Kolli fara 28. mai 2016 at rógva so langt sum tey klára í ein tíma
per manning.
Hvørjum stuðli eg?
Stuðulin skal brúkast til at betra um umstøðurnar hjá kappróðrinum hjá KÍF og gera
kappróðrarneystið í betri stand.
Hvussu stuðli eg?
Tann ið stuðlar, játtar seg at gjalda eitt krónutal fyri hvønn kilometur sum gentumanningin og
dreingjamanningin tilsamans rógva í ein tíma per manning.
Hvussu nógv komi eg at gjalda?
Um eg nú játti at gjalda 10 kr fyri hvønn kilometur, hvussu nógv komi eg so at gjalda? Siga vit at
báðar manningarnar koma at rógva 15 km tilsamans, so verður upphæddin 10 x 15 = 150 krónur.
Ein kann eisini velja at stuðla við eini fastari upphædd.
Lutaseðil: 3 eskjur av rækjum verða burturlutaðar ímillum tey sum stuðla
Undirritaði bindur seg at lata ________ kr fyri hvønn km, ið gentu- og dreingjamanningin á Kolli
tilsamans klára at rógva í ein tíma per manning.
Ella kr.: ______________
Navn: _________________________
Bústaður:_______________________________
Peningurin verður at flyta av konto: ______________________í____________________________
Peningurin verður at flyta á konto hjá KÍF: 9181 – 497.207.6
Dagfest: _______/______ 2016
Undirritaði: _____________________________
KÍF takkar fyri stuðulin!
VEND


Link to this page
Permanent link
Use the permanent link to the download page to share your document on Facebook, Twitter, LinkedIn, or directly with a contact by e-Mail, Messenger, Whatsapp, Line..
Short link
Use the short link to share your document on Twitter or by text message (SMS)
HTML Code
Copy the following HTML code to share your document on a Website or Blog